Tað er eftir øllum at døma eingin, ið fær vippað Lars Müller av trónuni sum best umtókti dómarin í føroyskum fótbólti.
Lars Müller varð nevniliga aftur í ár kosin sum ársins dómari hjá monnum. Hetta var einki minni enn sætta árið á rað, at hann vinnur hendan heiðurin.
Hann dugir illa at siga hví júst hann verður valdur ár eftir ár, men hann leggur dent á, at øll vita hvar tey hava hann.
- Fólk vita hvør eg eri, og eg eri tann, ið eg eri. Tað er tann sami Lars, ið møtir upp hvønn sunnudag, segði Lars Müller við Rás2 eftir handanina.
Í kvinnudeildini var tað Stephan Petursson, ið vann heiðurin sum ársins dómari. Í fjør var tað Kjartan á Gravarbø, ið vann tann heiðurin.










