Lars Olsen veit ikki um hann heldur fram

Danskir miðlar seta Lars Olsen í samband við Esbjerg. – Einki er upp á pláss, sigur landsliðsvenjarin

Politikken setir føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen, í samband við Esbjerg, sum hevur koyrt venjaran. Sjálvur sigur Lars Olsen, at hann hevur tosað við føroyska Fótbóltssambandið um at halda fram, men at einki er komið upp á pláss.

- Eg havi tosað eitt sindur við FSF, men einki er komið upp á pláss. So eg kann ikki siga, um eg verið her ella har. Tað er tríggir mánaðir til sáttmálain gongur út og tað er long tíð, sigur Lars Olsen við Tipsblaðið.

Lars Olsen sigur víðari við Tipsblaðið, at hann hevur vant seg við at verða landsliðsvenjari, og tað er nakað honum dámar. Hann leggur tó afturat, at hann eisini sær fyrimunir við at vera venjari hjá einum felagi.

Lars Olsen bleiv settur sum føroyskur landsliðsvenjari í 2011. Núverandi sáttmálin við Fótbóltssambandið gongur fram til ársenda, tá hendan EM-undankappingin endar.