Lars Olsen um liðið

Rás2: Landsliðsvenjarin um hví bara ein broyting er

Lars Olsen var prátingarsamur á tíðindafundinum, sum var undan seinastu venjingini. Har greiddi hann frá, at hann trýr upp á at føroyska liðið kann vinna.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Landsliðsvenjarin boðar i samrøðuni frá, at tað verður bara tann eina broytingin á liðnum í mun til liðið, sum byrjaði inni móti Ungarn.

 

In.fo gitar:

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, René S. Joensen – Jóan Símun Edmundsson.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt til A-landsdystin byrjar klokkan 18. Rás2 byrjar at senda longu klokkan 15 og sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum á Toftum móti Eysturríki.