Í gjár kunngjørdi Lars Olsen, landsliðsvenjari, hvørjir 21 spælarar skulu við til Grikkalands. Nakrar broytingar eru í hópinum, sum hesa ferð telur 21 spælarar í mun til 23 spælarar seinast.
Til ber at hoyra samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini.
Millum teir, sum hava fingið boð í mun til seinast, eru Hanus Jacobsen(Víkingur), Odmar Færø(B36), Róaldur Jacobsen(B36) og Klæmint A. Olsen(NSÍ), meðan menn sum Alex Mellemgaard(B36), Rógvi Baldvinsson(Ålgaard), Páll A. Klettskarð(KÍ), Hans Jørgen Djurhuus(Víkingur), Bárður Hansen(Víkingur) og Levi Hanssen(HB) eru ikki við. Onkrir teirra hava givið avboð.
Landsdysturin móti Grikkalandi verður í Athen 14. november.