Føroyski landsliðsvenjarin ásannar, at tað verður torført at steðga svensku heimsstjørnuni, Zlatan Ibrahimovic.
- Hann skjótur á fyrstu metrunum, hevur framúr teknik og so er hann stórur eisini. Tað er torført at koma tætt upp á hann, greiður Lars Olsen frá.
Zlatan Ibrahimovic er til tíðir so góður, at tað er bara hann sjálvur, ið avgerð um hann spælir væl ella ikki.
- Onkuntíð steðgar Zlatan sær sjálvum. Tá hann spælir væl, so er hann ein heimsstjørna og tað hevur hann prógvað í Italia, Spania og Fraklandi, sigur Lars Olsen.
Hoyr her samrøðu við Lars Olsen, sum var á Rás2.