Føroyska landsliðið er komið til Malta í gjár, og hevur í dag havt sína fyrstu venjing. Eftir ætlan skuldi verða tvær venjingar um dagin tveir teir fyrstu dagarnar, men eitt nú koyritíðin ger, at landsliðsvenjarin heldur vil hava spælarar á gistingarhúsinum seinnapartin.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Fleiri hava bitið merkið í, at Lars Olsen bara tók 20 av 23 møgligum spælarum út til hesar landsdystirnar. Hartil er bara ein høgri bakkur.
- Eg havi sagt tað onkuntíð fyrr, men eg haldi ikki eg nakrantíð havi brúkt spælara nummar 21, 22 og 23. Tá vit hava 20 spælarar, so vita allar at teir eru í spæl til at koma inn. Um vit hava 23 spælarar, so eru tað kanska nakrir, ið ikki føla at teir hava ein møguleika, sigur Lars Olsen.
Hann leggur afturat, at hóast tað restar ein høgri bakkur í, so kunnu bæði René Shaki Joensen og Rógvi Baldvinsson avloysa á bakkinum, men hann vónar at Gilli Rólantsson spælir báðar dystirnar á tamb.
Tí er Sonni Ragnar ikki við
Ein broyting er í hópinum. Sonni Ragnar Nattestad hevur givið avboð, meðan Bartal Wardum er nýggjur á landsliðnum.
- Sonni Ragnar hevur verið sjúkur í tvær vikur, men eg vónaði at hann fór at spæla um vikuskiftið. Tá vísti tað seg, at hevur fingið ein trupulleika við lærkrikanum, tí vil eg ikki taka nakran kjans við honum, sigur Lars Olsen og leggur afturat:
- Eg havi bæði Odmar Færø og Rógva Baldvinsson, ið eg hugsi um fyrst og fremst, men samstundis eisini Heina Vatnsdal og Bartal Wardum. Eg havi ikki tikið nakra avgerð, men eg kann siga at vit nokk spæla við fýra í verjuni, sigur Lars Olsen.
Landsdysturin móti Malta verður leygardagin. FM1 sigur frá dystinum.