TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við føroyska landsliðsvenjaran, aftaná hansara triðja sigur, sum føroyskur landsliðsvenjari. Hinir báðir eru ímóti Grikkalandi.
Lars Olsen er sera fegin um sigurin, og hann er fegin um hvussu væl álopsspælið gekk stóran part av dystinum, men hann er ikki heilt nøgdur við dystarendan. Lars Olsen viðgekk tó, at møguliga skeiklaðu mongu útskiftingarnar góðu rútmina føroyska liðið hevði, tá støðan var 3-0 til Føroyar.
Men skiligt er, at Lars Olsen er fegin um at hava sæð sínar menn í venjingardysti áðrenn HM-undankappingardystirnar komandi heyst.