Lars Olsen: Jónas kann eg geva tykkum

Rás2: Landsliðsvenjarin heldur kortini tætt at kroppinum – men øll síggja tey

Landsliðið hevði fyrrapartin í gjár sína seinastu venjing undan HM undankappingarlandsdystinum móti Sveis, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkna 19.45. Landsliðsvenjarin heldur kortini tætt at kroppinum, men tað er ikki ringt at avlesa hvat hann ætlar.

 

Trýst á pílin undir samrøðu fyri at hoyra samrøðuna

 

- Eg kann siga so mikið, at Jónas Tór Næs byrjar inni og fær sín dyst nummar 50, sigur Lars Olsen við Rás2.

 

Vit gita liðið: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Gilli R. Sørensen – Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.

 

Les eisini: Vit undirmeta tykkum ikki

 

Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum, sum byrjar klokkan 19.45. Í SportBoxini, sum verður á Rás2 millum 10 og 12, verður upptakt til landsdystin. Sent verður beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 19.