Lars Olsen, landsliðsvenjari, var við á danska landsliðnum, sum vann EM í 1992, men hann heldur, at sigurin á Grikkalandi í gjár var eitt størri »yvirraskilsi«, enn EM sigurin í 1992.
Tað segði hann við DR Sporten í TV-avísini hjá Danmark Radio í kvøld, har tey viðgjørdu føroyska sigurin í Grikkalandi í gjár – sum førdi til, at grikski landsliðsvenjarin í dag fekk fótin.
Sum vera man hava tíðindini eisini merkt donsku miðlarnar í dag, har tey siga, at tey neyvan vóru mongu, ið høvdu væntað tað, at Føroyar skuldu vinna.
– Á odda fyri føroyska landsliðnum stendur danska EM-hetjan Lars Olsen, søgdu tey í DR Sporten.
– So hvør sigur var tann størsti, spurdi TV-avísin:
– Så vil jeg sige, at Færøerne vinder i går. Der er forskel på at være træner for Færøerne eller spille for Danmark, men den største overraskelse var, at vi vinder i går, segði Lars Olsen, tá DR Sporten hitti hann í Kastrup í dag, tá føroysak ferðalagið kom aftur úr Grikkalandi.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja innslagið úr DR Sporten í kvøld.