Eingin hevur staðið dómaraavrikunum hjá Lars Muller kurl, sambært liðskiparunum, venjarunum og fjølmiðlunum.
Leygarkvøldið varð hann heiðraður.
– Eg dugi ikki at siga, hví eg eri valdur. Eg havi verið heppin í kroystum og ivasomum støðum, tí eg havi oftast dømt rætt. Tað er kanska tað, sigur Lars Muller.
Hann harmast somuleiðis um, at tað ikki eru fleiri fótbóltsdómarar í Føroyum. Lars vísir á, at dómararnir hava eitt fantastiskt samanhald, sum hann tekur til, og at teir gleða seg longu til komandi kappingarár.