Lars Løkke Rasmussen skal hitta tingfólk og landsstýrið

Seinnapartin í dag 13. apríl kemur danski uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen til Føroya.

Í kvøld hittir hann limirnar í Løgtingsins uttanlandsnevnd. Kl. 10 fyrrapartin í morgin verður fundur í Tinganesi millum Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Lars Løkke Rasmussen.

 

Í morgin 11:45 verður tíðindafundur í Tinganesi, har fjølmiðlarnir eru vælkomnir.