Lars Løkke Rasmussen á fjalli við Gjógv

Í gjár var søguligur dagur við Gjógv, tí tað var fyrstu ferð, at ein forsætisráðharri, og ein forseti, vóru á fjalli

 

Í gjár var ein søguligur dagur við Gjógv.

 

Teir fóru á fjall í Sáttarenni, og ein av fjallmonnunum var eingin annar enn danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, skrivar Ásfinn Sigvardsen á heimasíðuni hjá gjáarfólki, www.bygdin.fo

 

Hann sigur, Løkke, sum tey kalla hann har norðuri, hevur mangan verið og rikið við teimum við Gjógv, men hetta er furstu ferð hann er sum forsætisráðharri.

 

- Vit kunnu bara staðfesta, at hetta er fyrstu ferð, at nakar forsætisráðharri hevur verið á fjalli í Føroyum, sigur Ásfinn Sigvardsen.

 

- At tað so var her hjá okkum, eru vit -rætt skal vera rætt - ikki so lítið errin av, leggur hann afturat.

 

Hann sigur, at annars merkti fjallfólkið eisini, at hetta var nakað serligt, tí vaktarhald var við rættina alla tíðina.

 

Hendan fjalldagin var húskið Løkke væl mannað. Sólrun, konan, er altíð við, og so vóru synirnir Bergur og Símun, við gentu, eisini við. 

 

Ásfinn Sigvardsen vísir á, at Løkke og Sólrun eiga tveir gyllin í Sáttarenni og skera einar fimm ella seks seyðir um árið. 

 

Løkke hevur fortalt teimum við Gjógva, at honum dámar stak væl tað feska føroyska kjøtið, men leggur minni í tað ræsta og tað turra.

 

Ásfinn Sigvardsen skrivar á bygdin.fo, at fyrstu ferð, løkka var við Gjógv, var í  1989, og siðani tá hava túrarnir í Hoygarðin verið mangir.

 

- Hann sigur seg vera serliga hugtiknan av gjónni og ánni. Gjógvin er tann sama, men nú hevur hann lagt til merkis, at teir eyðkendu træbátarnir á Lítlafløtti eru skiftir út við plastflakum, sigur Ásfinn Sigvardsen.

 

Hann leggur afturat, at eisini Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, plagar av og á at vera ein partur av fjallskipanini, og tað var hann eisini í gjár.

 

- Okkara millum kalla vit hann ofta Forsetan, og á rættini helt ein fjallmaður fyri: Hetta má vera ein søguligur dagur, tveir forsetar á fjalli í Sáttarenni, sigur ´Sfinn Sigvardsen við heimasíðuna www.bygdin.fo.

 

Á myndini vinstrumegin, eru teir, frá vinstru, Dánjal Jákup Joensen, Lars Løkke Rasmussen og Ásfinn Sigvardsen, og á myndini høgrumegin, eru tað teir báðir ”forsetarnir”, Løkke og Petersen.