Lars Larsen er deyður

Danski ríkmaðurin, sum millum annað eigur Jysk Sengetøjslager, er deyður.

Stovnarin av Jysk, Lars Larsen, er deyður 71 ára gamal. Tað upplýsir Jysk í einum tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

 

Tað var síðstu í junimánaði, at boðað varð frá, at Lars Larsen fór frá sum nevndarformaður í Lars Larsen Group, og at sonur hansara, Jacob Brunsborg, tók yvir sessin. Orsøkin var, at Lars Larsen var vorðin sjúkur av livrakrabba.

Jysk ketan hevur fleiri enn 2700 handlar í 52 londum.

Lars Larsen var vøddur 6. august í 1948, og búði í Silkeborg.

Útbúgving:

1965-1968: Tók handilsskúla, samstundis sum hann stóð í læru sum krambakallur í Thisted.

1956-1965: Hurup Kommuneskole

Yrkisleið:

2019: Lars Larsen sjúkrameldaður frá arbeiði sum nevndarformaður í Jysk-konsernini.

2001: Lars Larsen keypir partafelagsmeirilutan í Bolia. Síðani hevur hann keypt handilsketurnar Ilva, Idémøblar og Sengespecialisten.

1990: Hann stovnar ferðastovuna Larsen Rejser, sum í 1998 varð seld sveisisku Kuoni eftir eina tíð við halli.

1979: Lars Larsen stovnar fyrsta Jysk Sengetøjslager-handil í Aarhus. Í 1983 var tað vorðið til 48 handlar. Í dag kallast ketan bara Jysk.

1966: Hann fer í læru í handlinum Magasin H&L í Thisted, har tey millum annað seldja dýnur og seingjarklæði.

Lars Larsen varð giftur við Kristine Brunsborg. Saman hava tey børnini Jacob og Mette Brunsborg og fýra ommu- og abbabørn.

Í desember í 2018 varð mett, at Lars Larsen hevði ognir fyri 35,1 milliardir krónur. Tað ger hann til ein av ríkastu fólkum í Danmark og millum teir tíggju danirnar, sum standa á seinasta listanum yvir heimsins ríkastu persónar, sum amerikanska blaðið Forbes gevur út á hvørjum ári.

 

/ritzau/