Forsætisráðharrin bíðar nú eftir, at Løgtingið tekur støðu í málinum um stjórnarskipanina.
Tað staðfesti Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í síni setanarrøðu í fólkatinginum fyrrapartin.
Forsætisráðharrin staðfesti, at danska stjórin vil varðveita ein nýmótans ríkisfelagsskap. Hann legði dent á, at føroyingar skulu sjálvir gera av, hvørja støðu teir ynskja í ríkisfelagsskapinum.
- Men føroyingar skulu somuleiðia kenna avleiðingarnar, sama hvørja skipan, teir velja, segði Lars Løkke Rasmussen, sum legði afturat, at avgerðin skal takast við virðing fyri lógunum, sum eru galdandi í ríkisfelagsskapinum.
Hann sipaði til, at tað er brot á grundlógina, um Løgtingið samtykkir stjórnarskipanaruppskotið í verandi líki.
Verandi uppskotið sigur, at alt valdið er í Føroyum, og danskir politikarar hava víst á, at føroyingar hava meldað seg úr ríkisfelagsskapinum, um uppskotið verður samtykt.