Lars hevur sett liðið

Landsliðsvenjarin hevur avgjørt hvørjir ellivu skulu byrja inni í morgin

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur gjørt av hvørjir teir ellivu eru, sum skulu byrja inni í annaðkvøld móti Finnlandi. Hann vil tó ikki avdúka hvørjir teir eru, men ásannar at gitingarnar, sum eru gjørdar út frá venjingunum, eru á góðari leið.

 

Les eisini: Nýggir mans við frá byrjan

 

- Um einki óvæntað hendir til venjing í dag, so kenni eg navnið á øllum ellivu, sum skulu byrja inni í morgin, sigur Lars Olsen.

 

Les eisini: Veddingarfyritøkurnar trúgva als ikki upp á Føroyar

 

Liðið er úttikið við útgangsstøði í føroyska spælinum, meðan lítið av fokus er á finska liðnum.

 

- Eg hugsi 90 prosent um okkara lið og 10 prosent um teirra lið. Vit venja at spæla upp á okkara máta og tí hyggi eg eisini eftir okkara liði heldur enn tí finska, sigur landsliðsvenjarin.

 

Lars Olsen hevur tó fyrireika seg upp á finska landsliðið.

 

- Eg kann bara úttala meg um tað eg havi sæð á netinum, og so tí einu ferðina eg havi sæð teir spælt á stadium. Teir hava nakrar profilar, sum vit skulu ansa eftir. Úr fjórða seedingarlagi metti eg teir vera millum tey sterkaru liðini, sigur Lars Olsen

 

Les eisini: Dreymurin brast í fyrstu venjingini

 

Landsliðið hevur nú verið samlað í skjótt eina viku. Landsliðsvenjarin er væl nøgdur við fyrireikingarnar.

 

- Eg eri væl nøgdur við fyrireikingarnar hesaferð. Vit hava verið samlaðir í eina viku og havt fleiri góðar venjingar. Vit hava fleiri ungar spælarar við og teir hava gjørt tað gott, sigur Lars Olsen.

 

EM undankappingardysturin millum Føroyar og Finnland verður á Tórsvølli sunnukvøldið klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Upptakt byrjar longu klokkan 13.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin á myndini