Lars hevur sett liðið

Men hann vil ikki siga hvør spælir

 Lars Olsen var í góðum lag, tá venjingin í Riga í dag var liðug. Hóast fýra spælarar hava snuddir at dragast við, so væntar hann at kunna velja millum allar 23 spælararnar í hópinum.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Sølvi Vatnhamar og Bárður J. Hansen hava allir okkurt at dragast við, men helst spæla minst tríggir av hasum frá byrjan fríggjakvøldið.

 

- Eg havi so gott sum sett liðið, men tú fær tað ikki at vita, sigur Lars Olsen við Rás2.

 

Hann váttar tó, at liðið verður líkt tí liðnum, sum spældi málleysan javnleik móti Ungarn í fyrsta umfarinum í HM 2018 undankappingini. Tá fekk René Shaki Joensen møguleikan á vinstra vongi og spældi væl. Nú er Gilli Rólantsson Sørensen við aftur, og hevur røkt hatta plássið hjá Brann.

 

- Eg havi tað so, at spælir tú væl, so fært tú møguleikan aftur. Tí verða ikki fleiri broytingar, men kanska onkur, sigur Lars Olsen.

 

Hugsar og tosar ikki um Portugal

Ein avbjóðing í hesi landsliðssamlingini hevur verið, at fáa fult fokus á dystin móti Lettlandi, tí Portugal og Cristiano Ronaldo bíðar mánakvøldið.

 

- Eg hugsi ikki um tann dystin. Eg spældi sterkasta liðið, sum eg kann móti Lettlandi. So kunnu vit byrja at hugsa um komandi dystin, men inntil tá, so tosi eg ikki um Portugal, sigur Lars Olsen.

 

Við hesum báðum útmeldingunum, so er líkt til, at tað verður áleið sama lið, sum spældi móti Ungarn, ið byrjar dystin móti Lettlandi.

 

Liðið móti Ungarn:

Gunnar Nielsen – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, René S. Joensen – Jóan Símun Edmundsson.

 

Les eisini: Fleiri spælarar á briksini

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.45 fríggjakvøldið. Rás2 byrjar at senda klokkan 15 við frásøgn frá U21 landsdystinum millum Føroyar og Eysturríki, ið er tann seinasti við Bill M. Jacobsen sum venjara eftir tíggju ár.