Lars hevur góðar vónir

Landsliðsvenjarin hevur góðar vónir um dystin í dag

Landsliðsvenjarin hjá A landsliðnum í fótbólti, Lars Olsen hevur góðar vónir um dystin millum Føroyar og Kasakstan, sum verður spældur í dag klokkan 16.00 føroyska tíð.

 

- Vónirnar eru góðar. Talan er um veikastu liðini í hesum bólkinum, og hóast spælistílurin er ymiskur hjá Føroyska liðnum og Kasakstan, so matcha liðini rættiliga væl hvørtannað, sigur Lars Olsen.

 

Hann heldur, at tað sum altíð kann ávirka føroyska liðið, at spælt verður á útivølli.

 

- Tað merkir millum annað, at vit hava ferðast langt, eru í nýggjum umhvørvi og so framvegis. Men vit hava so fyrimun næstu ferð, tá vit spæla ímóti Kasakstan, tí tá hava vit heimavøll, sigur Lars Olsen. 

 

Á tíðindasendingni á middegi tosaði Hilmar Jan Hansen við Lars Olsen. Hoyr ta samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini Føroyska landsliðið er sett

              Gunnar komin til Kasakstan