Lars hevur álit á skálvíkinginum

- Hann er ungur, men trúgvi upp á tað, sigur Lars Olsen um Brand H. Olsen, ið byrjar inni í kvøld

18 ára gamli Brandur Hendriksson Olsen byrjar inni í kvøld í landsdystinum millum Frøoyar og Ungarn. Landsliðsvenjarin ræðist ikki at tveita unga skálvíkingin fyri leyvurnar.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Hann kom seinastu løtuna móti Norðurírlandi og hevur eisini víst nakað til venjing. Ynski er nú at fáa hann í spæl. Hann er góður á bóltinum. Eg trúgvi hann kann geva liðnum nakað, tá vit hava bóltin, sigur Lars Olsen, sum staðfestur, at Brandur kemur at spæla sum tann fremsti av trimum á miðvøllinum.

 

Les eisini: Sølvi fær helst debut

 

- Vónandi kann hann hjálpa okkum við tí, men hann er ungur enn, so nú fáa vit at síggja. Eg trúgvi upp á at tað kann blíva gott, sigur Lars Olsen.

 

Les eisini: Brandur byjar inni

 

Brandur H. Olsen kemur helst at spæla saman við Halli Hansson og Fróða Benjaminsen á miðvøllinum.

 

Ringt at avlesa Ungarn

 

- Vit hava viðgjørt sjónbandaupptøkur frá dystinum millum Rumenia og Ungarn. Í tí dystinum verjur Ungarn langt afturi á vøllinum, men tað vænti eg ikki at teir gera móti okkum, sigur Lars Olsen, sum hevur ringt við at avlesa gestirnar.

 

- Teir hava bara tríggjar spælarar við frá byrjarn, sum eisini spældu móti Norðurírlandi. Nýggi venjarin hevur gjørt nógvar broytingar, so tað er ein møguleiki at hann eisini ger nógvar broytingar til dystin móti okkum, sigur Lars Olsen, sum eisini hevur lagt merki til, at Ungarn í dystinum móti Rumenia skifti millum tvær uppstillingar.

 

Les eisini: Fróði tekur ikki brotsspark í morgin

 

Fyribils landsliðsvenjari eri Pál Dardei, sum hevur drúgvar royndir sum spælari hjá Hertha Berlin í Týsklandi. Hann er fyribils settur fyri tríggjar landsdystir. Tann fyrsti var móti Rumenia um vikuskiftið, har liðini spældu 1-1.

 

Drúgv heimferð

 

Tað tók føroyska landsliðnum langa tíð at koma úr flogvøllinum í Belfast. Ferðalagið var ikki í Føroyum á miðjari nátt og tað hevur sett síni spor á liðnum.

 

Les eisini: Brandur er ótrúliga stoltur

 

- Ferðin heim til Føroyar var lang og drúgv, so vit hava sovið leingi í gjár og høvdu eina lætta venjing. Venjingin í dag verður eisini lætt. Mín fyrsta uppgáva verður nú at síggja hvørjum tilstandi spælararnir eru í, sigur føroyski landsliðsvenjarin.

 

Les eisini: Hans Jørgen farin heim

 

Tað er ikki optimalt, at spælararnir máttu bíða í upp til tríggjar tímar á fløgvøllinum, meðan heimsmet bleiv sett í at checka fólk seint inn á flogvøllinum.

 

Les eisini: Hans Fróði gevur FSF av grovfíluni

 

- Soleiðis er tað nú eina ferð, tá tú skal flúgva. Tað er ikki optimalt at standa á flogvøllinum í Belfast í tríggjar tímar, men soleiðis er tað nú einaferð, sigur Lars Olsen.

 

Les eisini: Stuttligt at fáa debut

 

Landsdysturin millum Føroyar og Ungarn verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum og byrjar at senda klokkan 16.