Lars framvegis upp á tal í Brøndby

Tríggir venjarar kunnu fáa venjarastarvið í Brøndby. Lars Olsen er ein teirra.

Auri Skarbalius er einans fyribils venjari í Brøndby, og í summar skal felagið hava ein nýggjan høvuðsvenjara. Ein, sum javnan hevur verið settur í samband við starvið, er føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen.


Tað er líkt til, at Arsenal-legendan, Tony Adams, er favorittur at fáa starvið. Tó eru tað tveir aðrir, sum framvegis eru upp á tal, og teir báðir eru Morten Wieghorst og Lars Olsen. Hetta skrivar danska Canal 9.


- Eftir dygt fyrireikingararbeiði eru vit nú niðri á tveimum, kanska tveimum og einum hálvum, evnum, váttar ítróttarstjórin í Brøndby, Troels Bech, fyri sjónvarpsrásini.


- Lars Olsen ljóðar sum eitt gott boð. Hann rúmar nógv av teimum tingunum, sum vit leita eftir í einum nýggjum venjara, hevur ítróttarstjórin áður sagt við Ekstrablaðið.


Lars Olsen hevur sáttmála við Fótbóltssamband Føroya fram til og við EM-undankappingina 2020. Hann hevur áður sagt við TV2, at hann trívist væl í Føroyum, og at hann annars ikki hevur aðrar viðmerkingar um tøka venjarastarvið í Brøndby.