Lars fegnast og tó

Landsliðsvenjarin fegnast um úrsitið og partvís um spælið

Føroyska landsliðið vann í kvøld 4-1 á Gibraltar í venjingardysti. Christian L. Holst skoraði tvey mál, meðan Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson skoraðu hini bæði. Hóast vit vunnu greitt og vóru við yvirlutan, so er Lars Olsen ikki bara positivur.

 

Hoyr samrøðuna við Lars Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

-       Um eg skal finnast at onkrum, so er tað at vit hava trupulleikar við deyðbóltsstøðunum hjá teimum. Tað er nakað vit skulu hava tamarhald á. Hitt er at vit hava møguleikar at fáa fleiri mál, sigur ein annars fegin Lars Olsen í telefonini úr Gibraltar.

 

Les eisini: Føroyar vann 4-1 á Gibraltar

 

Tað hevur mangan merkt føroyska landsliðið, at tað bara eru tríggir dagar millum dystirnar, tá tað er landsliðsvika. Í dag metir landsliðsvenjarin, at hann hevur ein størri hóp av spælarum, sum kunnu spæla á landsliðnum og tað kemur at gera mun.

 

Les eisini: Ein væl nøgdur debutantur

 

-       Tá eg byrjaði høvdu vit kanska einar 13 spælarar, sum kundu spæla á landsliðnum uttan at støðið lækkaði. Nú hava vit fleiri enn tjúgu spælarar, sigur Lars Olsen og vísur til fleiri av ungu spælarunum, sum vóru við í kvøld.

 

Har millum kunnu nevnast Teitur M. Gestsson, Gilli Sørensen og Sonni Ragnar Nattestad, sum allir spældu við frá byrjan.