Lars fær ikki sín fyrsta sigur skrásettan

Hóast talan var um eina góða moralska uppliving hjá landsliðsvenjaranum, og landsliðs­spælarunum at vinna ein 4-1 stórsigur ímóti Gibraltar á útivølli. So er hetta aðru ferð í 10 ár,
at vit ikki fáa skrásett ein sigur í einum venjingardysti ímóti einari aðrari lítlari fótbóltstjóð

Har var nógv at gleðast um hjá tí føroyska fótbólts­al­menn­inginum leygar­kvøldið. Føroyska fótbólts­land­sliðið fekk sín fyrsta sigur, síðani 2-1 sigurin á Estlandi í einum EM-undan­kappingar­dysti á Svangaskarði tann 7. Juni í 2011. Føroyska liðið fekk eis­ini fýra góð mál, ikki minst málið hjá Christian Lamhauge Holst til 2-1 var framúr minniligt.
Fleiri altjóða tíðindafólk vóru til dystin, fyri at síggja tann fyrsta hjá tí nýggja UEFA limalandinum á heimavølli. Men vilja tey síggja tann fyrsta skrásetta landsdystin hjá Gibraltar á heimavølli, so mugu hesi tíðinda­fólkini steðga nakrar dagar aftrat, tí kom­andi miku­kvøld spælir Gibraltar ein skrá­settan lands­dyst á heima­vølli á Victoria leik­vøll­inum ímóti Estlandi.

Ikki skrásettur
Dysturin á Victoria leik­vøll­inum í Gibraltar leygar­kvøldið verður nevnliga ikki skrásettur. Seinastu for­mali­tetir­nir at fáa Gibraltar uppí altjóða fótbóltssamgonguna, FIFA eru ikki avgreiddir enn, og tí kann dysturin ikki verða við í FIFA rankings upp­gerðini, sum verður upp­daterað hvønn mánað.
Virgar Hvidbro, aðal­skrivari og Tróndur Vatn­hamar, sam­skipari hjá FSF stað­festu beint aftaná søta sigur­in, at hann ikki verður skrá­settur. Kringvarpið í Gibraltar, Gibraltar Broad­casting Corporation var eis­ini tíðliga úti við tíðind­unum, har teir finna ein ugga við, at dysturin ikki verður skrásettur:
– Føroyar eru nummar 51 á styrkislistanum hjá UEFA, bert Andorra og San Marino liggja aftanfyri. Dysturin í kvøld fer ikki at geva nøkur styrkistig á styrkis­listanum, tí talan var ikki um ein almennan UEFA dyst.
Soleiðis verður ikki miku­kvøldið, tá Gibraltar spælir ímóti Estlandi, sum er ein skrásettur UEFA lands­dyst­ur. Dómarin í dystinum mill­um Gibraltar og Føroyar hevði annars eitt FIFA logo á bring­uni, so ein trúði við dystar­byrjan, at her var dúkað til ein altjóða, skrá­settan landsdyst.

Aðru ferð í 10 ár
Hetta er aðru ferð í 10 ár, at føroyska fótbóltslandsliðið vinnur ein góðan sigur á ein­ari aðrari, lítlari, evro­peiskari fótbóltstjóð, og ikki fær skrásett sigurin. Tann 24. februar í 2004 vunnu Føroyar 4-2 á Luksemborg í einum venjingardysti á La Manga í San Fernando í Spania. Tá gleddist menn um tann fyrsta sigurin, síðani 1-0 sigurin á júst Luksemborg á Svangaskarði 1. september í 2001, tá eitt brotssparksmál hjá Jens Christiani Hansen tryggjaði okkum øll trý stigini. Men eins og fyri 10 árum síðani, so fáa vit heldur ikki hesaferð tann fyrsta sigurin á vøllinum í nærum trý ár skrásettan.
Hetta merkir tíverri, at Christian Lamhauge Holst fram­vegis hevur skotið trý, og ikki fimm mál fyri Føroyar. Hallur Hansson hevur skotið tvey mál, og ikki trý, og Jóan Símun Edmundson hevur fram­vegis bert skotið eitt, og ikki tvey lands­liðs­mál. John Petersen hevði staðið á átta skrá­settum lands­liðs­málum, líka nógvum sum Uni Arge, um dysturin ímóti Luksemborg í 2004 hevði verið skrásettur. Men tey søguligu, almennu tølini siga, at John Petersen »bert« hevur skotið seks lands­liðsmál, tí hansara tvey mál ímóti Luksemborg í venj­ingar­dystinum í 2004 telja ikki.

Metið er framvegis frá 1995
Hevði 4-1 sigurin á Gibraltar verið skrásettur, so hevði verið talan um tann størsta skrásetta føroyska lands­liðs­sigurin, síðani FIFA-lima­skapin í 1988. Almenna, skrásetta metið er fram­vegis 3-0 heimasigurin á San Marino í einum EM-undan­kappingar­dysti á Svangaskarði 25. mai í 1995. Formali­tetetirnir forð­aðu fyri, at hetta metið fall alment leygar­kvøldið, og Lars Olsen fær ikki sín fyrsta, kærkomna sigur, sum før­oyskur landsliðsvenjari skrá­settan.
Lars Olsen kann uttan iva kann brúka tað, sum hendi á Victoria leikvøllinum til nógv gott, har hann sam­stundis fekk svarið uppá nakrar spurningar hann hevði áðrenn dystin. Vit kunnu so eisini gleðast um, at vit fingu hevnt 0-3 tapið ímóti Gibraltar á sama leik­vølli 11. mars í 2011.
Men vón­andi hendir tað ikki aftur, at Føroyar vinna ein landsdyst aftur ímóti einari aðrari lítlari, evro­peiskari fótbóltstjóð, og ikki fáa hagtølini í tær almennu søgu­bøkurnar. Hagani skal ljóða eitt lítið kravboð um, at FSF bjóðar Gibraltar til ein altjóða, skrásettan lands­dyst á Tórsvølli, tá Gibraltar hevur fingið FIFA-lima­skap­in endaliga uppá pláss.
Landsliðið hjá okkum spælir framvegis alt ov fáar venjingar­dystir, ikki minst altjóða, skrásettar lands­dystir.