Lars er KT-leiðari í Havn

Lars Larsen Black er settur í starv sum nýggjur KT-leiðari. Lars er 33 ár og útbúgvin Cand. IT við sergrein í E-business. Hann hevur starvast við KT-leiðslu í stórari fyritøku við deildum kring allan heim og hevur royndir sum ráðgevi og samskipari í aðrari fyritøku við serfrøði í talgildari umskapan.

 

Lars Larsen Black hevur seinastu árini búð í Danmark og flytur heim, nú hann hevur fingið starv í Tórshavnar kommunu.

 

Á myndini standa Ingunn Eiriksdóttir, miðfyrisitingarstjóri, og Annika Olsen, borgarstjóri, við hansara lið til tiltakið Tórskvøld, sum varð hildið á Norðuratlantsbryggjuni í kvøld.