Lars Emil Johansen hevur lagt frá sær sum grønlendskur landsstýrismaður í fíggjarmálum. Ein mánað fekk Lars Emil Johansen í grønlendska landsstýrinum á hesum sinni.
Í gjár bað hann um at verða loystur úr starvinum sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, og hann er longu farin frá.
Lars Emil Johansen er limur í Fólkatinginum, og hann ætlaði sær at halda fram har, so hann kundi halda fram í grønlendsk-donsku sjálvsstýrisnevndini. Men tað slapp hann ikki, og tí hevur hann nú sagt landsstýrissessin frá sær.
-Eg ætli mær at gera mítt arbeiði í sjálvsstýrisnevndini liðugt, sigur hann við grønlendska útvarpið.
Lars Emil Johansen kom í landsstýrið tann 30. apríl.