Føroyska landsliðið hevur havt sína seinastu venjing í Riga, undan landsdystinum móti Lettlandi. Venjing gav greiðar ábendingar um, at Jónas Tór Næs byrjar inni fyri Bárð J. Hansen á høgra bakki.
Les eisini: Lars hevur sett liðið í høvdinum
- Eg havi sett liðið, sum ikki verður kunngjørt fyrr enn í morgin. Eg kann vátta, at talan er um eina broyting á liðnum frá seinast, sigur Lars Olsen.
Bárður J. Hansen byrjaði inni móti Ungarn, men hevur verið skaddur í seinastuni, eftir at hann meiddi sær økslina í dysti fyri Fremad Amager. Hann hevur vant, men verður yvirhálaður av Jónasi Tór Næs úr B36.
In.fo gitar:
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, René S. Joensen – Jóan Símun Edmundsson.
Les eisini: Fleiri spælarar á briksini
Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar fríggjakvøldið klokkan 19.45. Rás2 byrjar at senda klokkan 15 við frásøgn frá U21 landsdystinum millum Føroyar og Eysturríki, ið er tann seinasti við Bill M. Jacobsen sum venjara eftir tíggju ár.