##med2##
Tíðin við Lars Olsen sum landsliðsvenjari er liðug, og tað endaði sum tað mangan hevur endað við Lars Olsen, nevnliga við einum tapi.
Tó kann Lars Olsen hyggja aftur á níggju sigrar sum føroyskur landsliðsvenjari farnu átta árini. Tað er ein meira enn Allan Simonsen fekk árini 1994-2001.
Lars Olsen kundi eins og fráfarandi liðskiparin, Atli Gregersen staðfesta góðan hugburð og gott spæl, men hann iðrar seg um, at úrslitið ikki tók seg betur út.
Í desember skipar FSF fyri móttøku, har fólk kunnu siga farvæl við Lars Olsen og takka honum fyri tíðina sum føroyskur landsliðsvenjari.
Lars Olsen sigur, at hann framyvir fer at fylgja tí føroyska fótbóltslandsliðnum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra seinastu samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Lars Olsen í leiklutinum sum føroyskur landsliðsvenjari.
In.fo, Sosialurin og FM1 takka Lars Olsen fyri tíðina sum føroyskur landsliðsvenjari, og ynska honum góða eydnu í Esbjerg FB.