Lars er sonur Charlottu og Gudmund Djurhuus í Porkeri. Gudmund andaðist í 2003.
Lars er giftur við Annu, fødd Thomsen. Hon er dóttir Fridu og Andrew Thomsen í Porkeri og eiga tey 5 børn, Gudmundur, Andrass, Charlottu, Eyðfríð og Hallur. Tey eiga eisini 3 abbabørn.
Eftir at hava tikið realprógv, fór Lars til skips við abbabeiggjanum, Johan í Gjørðum, við Suðurland. Lars dámdi væl sjólívið og var eisini í nøkur ár við Petur á Gørðunum, har Andrias Mikkelsen, maður Bette, ið er mostur Lars, var skipari.
Í 1966 fór Lars á læraraskúla, har hann tók prógv í 1971, og hevur hann síðani tá verið lærari við Vágs skúla øll árini , undantikið 1974, tá ið hann var á ársskeiði á Fróðskaparsetrinum, og í 1975 tá ið hann var hann vikarur við Adventatistaskúlan.
Lars hevur verið skrivari hjá Porkeris kommunu síðan 1976, og hevur hann sostatt røkt hetta arbeiðið í 30 ár.
Lars er í umsjónarráðnum hjá Suðuroyar Sparikassa, har hann bleiv valdur í 1977, og hevur hann øll árini sitið sum formaður.
Í frítíðini dámar Lars at fara á flot við báti sínum, og eisini fæst hann við seyð.
Í samkomuni Betania í Porkeri hevur Lars víst trúskap og er ein góður stuðul.
Føðingardagin heldur Lars í heimi sínum frá kl. 19.