Í samband við HM endaspælið í hondbólti í Katar, hevur TV2 spurt tríggjar danskar viðmerkjarar hvørjar fimm teir vænta, vit kunnu síggja á landsliðnum í framtíðini. Lars Christianen hevur føroyska Jóhan á Plógv Hansen millum sínar fimm.
- Jóhan er eitt risa talent og er heilt víst framtíðarmaðurin á høgra vongi, sigur Lars Christiansen um føroyska vongi, ið kann spæla á danska landsliðum.
Lars Christiansen er ikki hvør sum helst í donskum hondbólti. Hann er tann spælarin, sum hevur skotið flest mál fyri Danmark í søguni. Hann skoraði ikki færri enn 1.503 mál í 338 landsdystum. Hann spældi sjálvur á vonginum í týska Flensburg- Handewitt frá 1996 til 2010, áðrenn hann gavst í 2012.