Lars Barfoed skal taka støðu til varðhaldsfongsling í Føroyum

Ein føroyskur maður hevur í dag sitið varðhaldsfongslaður í 378 dagar. Stóran part av tíðini í Vestre Fængsel í Keypmannahavn. Rættarskipanin í Føroyum er enn danskt málsøki, og tí hevur Høgni Hoydal, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, sett danska løgmálaráðharranum, Lars Barfoed (K), hendan spurning:

»Finder ministeren det acceptabelt, at en person i Færøerne er varetægtsfængslet i mere end et år, og er blevet sendt til Vestre fængsel, mens han afventer anklage og domsbehandling, og vil ministeren tage skridt til at ændre lovgivning og praksis på området?«

Orsøkirnar til longu varðhaldsfongslingina kunnu vera nógvar, men málið varpar ljós á prinsipiella spurningin, um tað yvirhøvur er rímiligt, at nakar skal sita varðhaldsfongslaður í so langa tíð ? og harafturat í einum øðrum landi enn sínum egna.

- Orsøkin til, at eg reisi hendan fyrispurningin er, at eg vil taka tann grundleggjandi spurningin upp um lóggávu og reglur um varðhaldsfongsling og rættargang. Tað hevur stóran týdning, at vit viðgera hesar spurningar eisini í Føroyum ? serstakliga í sambandi við arbeiði hjá okkum við rættarskipan og stjórnarskipan, sigur Høgni Hoydal.