Lars Barfoed konservativur leiðari

Fólkatingsbólkurin hjá Konservativa Fólkaflokkinum hevur á fundi fyri løtu síðani valt Lars Barfoed, løgmálaráðharra til nýggjan politiskan leiðara hjá flokkinum. Hann tekur við eftir Lene Espersen, uttanríkisráðharra, sum legði frá sær í gjár eftir innanhýsis misnøgd.

Fólkatingsbólkurin var samdur um at velja Lars Barfoed til politiskan leiðara. Lene Espersen hevur eisini sagt seg úr starvinum sum floksformaður. Tað starvið verður valt á tí ársliga landsráðnum hjá flokkinum, og sum skilst verður eykafundur í ráðnum um ein ella tveir mánaðir, og tá skal Lars Barfoed so veljast til floksformann eisini.

Nýggi leiðarin ásannaði á tíðindafundi fyri løtu síðani, at tann konservativi flokkurin er í einari truplari støðu og sipaði við hesum til meiningakanningar, sum vísa, at flokkurin hevði ikki fingið meiri enn eini fimm prosent av atkvøðunum, um fólkatingsval var nú. Lars Barfoed segði seg tó hava góðar vónir um, at flokkurin fer at standa seg betur í komandi tíðum.