Lars Olsen er aftur í Sveis, har hann í hálvt annað ár spældi við stórfelagnum FC Basel. Føroyska landsliðið skal í dag spæla móti Sveis í HM 2018 undankappingini. Í tí sambandi hava vit tosað við Lars Olsen um hansara tíð í FC Basel.
Hoyr alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini
Føroyski landsliðsvenjarin spældi hálvt annað ár í sveisiska felagnum.
Sveis er eitt deiligt land
Undan skiftinum til FC Basel í 1994 spældi Lars Olsen við Searing í Belgia. Felagið var í fíggjarligum trupulleikum og legði seinni saman við tveimum øðrum til tað, sum vit í dag kenna sum Standard Liège.
Lars Olsen skal niður í løn, um hann skuldi halda fram í felagnum, og velur at royna nýggjar leiðir.
- Eg tosaði við konuna um at royna okkurt í Sveis, tí tað tóktist mær sum eitt so deiligt land. Tað endaði við, at eg gjøgnum ein í leiðsluni í Brøndby, kom í samband við FC Basel, greiðir Lars Olsen frá.
Í dag er felagið ein maktfaktorur í sveisiskum fótbólti, har liðið er favorittur at vinna meistaraheitið hvørt ár, umframt at liðið javnan luttekur í Champions League. Soleiðis var ikki í 1994.
- Felagið var eitt av teimum størstu og kanska enntá tað størsta, men vit stríddust fyri tað mest um niðurflyting. Tað vóru javnan nógvir áskoðarar, tá vit spældu móti hinum stóru liðunum, men tað var ikki upp á sama máta, sum vit síggja FC Basel í dag. Tað eru nógvir pengar í felagnum, sum hevur bankar og ríkmenn aftanfyri seg, sigur Lars Olsen.
Tað blívur bara til hálvt annað ár í Sveis. Ein skaði ger, at Lars Olsen ikki megnar at koma ordiliga fyri seg, tá hann fær eitt tilboð um at flyta aftur til Brøndby. Hann tekur av og útlandsævintýrið, sum fevnir um Trabzonspor í Turkalandi, Seraing úr Belgia og FC Basel úr Sveis, er av.
- Eg lærdi nógv av at spæla og búgva í eitt nú Sveis. Tað gleðist eg um at hava upplivað, men tað var eisini deiligt at koma aftur til Brøndby og vinna eitt meistaraheiti, áðrenn yrkisleiðin kom at enda, sigur Lars Olsen.
Lars Olsen er 34 ára gamal, tá hann takkar fyri seg í FC Basel.
Landsdysturin móti Sveis verður í dag klokkan 17. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.









