Tað er ein stórur trupulleiki at skip, sum liggja við bryggju, larma so illa, at fólk verða ør í høvdinum av tí. Ikki minst verður náttarfriðurin illa órógvaður. Tað er serliga á Signabø, at fólk hava kært sína neyð um larmin.
Tað ásannar Bogi Andreasen, býráðslimur Í Havn og formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum.
Og tað er eitt mál, hann nú fer at taka upp í Tórshavnar býráð, tí hann sigur, tað er ein trupulleiki, sum ein loysn skal finnast á.
Hann ásannar, at hetta er ein stórt og umfatandi arbeiði, sum eisini kostar tíggjutals milliónir, tí nógvur streymur skal leggjast til havnarløgini, bæði hágspenningur og lágspenningur. Sostatt er hetta ikki ein trupulleiki, sum verður loystur í morgin, men hann leggur kortini afturat, at farið verður undir arbeiðið nú, tí tað kann ikki bíðað.
Nær komið verður á mál, er ilt at siga, men tað kunnu ikki ganga fleiri ár til tað er loyst, sigur hann. Men loysnin er, at framyvir skulu øll skip, sum liggja við bryggju í onkrari havn í Tórshavnar Kommunu, fáa streym úr landi, so at ljósmotorarnir umborð kunnu verða sløktir.
So slepst bæði undan larminum, og undan roykinum frá skipunum, sum er rættiliga skitin frá summum skipum.
Men í hesum sambandi er tað eisini ein trupulleiki, at summi av skipunum, sum brúka havnaløgini í høvuðstaðarkommununi, eru so gomul, at hóast streymur verður lagdur til tey, hava tey ikki neyðugu útgerðina umborð at taka ímóti honum.
Bogi Andreasen sigur, at spurningurin er so eisini, hvørja støðu, tey skulu hava til tann trupulleikan. Hann vísir eisini á, at talan er um at finna eina javnvág, so at fólk fáa náttarfrið, uttan at seta skipunum so strong krøv, at tey rýma aðrastaðni, tí so missur kommunan nógvar inntøkur.










