Larmur

Dan R. Petersen

Í mínum arbeiði umborð eri eg blivin varur við, at menn hoyra illa. Menn, sum eru farnir um hálvan aldur hoyra stak illa. Og summir eldri eru sum potturin.

Hetta kemst av larmi, einum konstantum ólíðiligum larmi. Serliga ringt er á fabrikkini. Óisoleraði hydraulikrør hvína millum høvdini á dekkarum, so ikki hoyrist mannamál. Menn fáa ikki tosa saman, uttan teir venda andlit til andlit og standa tætt.

Larmurin úr maskingongini er eisini nógvur. Gangurin er tó mestur á trolara, tá ið trolið ferð afturav. Millum troldekk og arbeiðsdekk er bert ein 6 m m óisolerað stálpláta. Tá so trol, bobbensir, breitlar og ketur fara skramblandi aftureftir, er ein øgiligur gangur á fabrikkini, meira enn oyrað tolir.

Tað verður eitt krav frá einari nýggjari leiðslu í F.F., at skipaeftirlitið fer einkultar túrar til fiskiskap og fær staðfest, at hesin larmur er heilsuskaðiligur og eisini ólógligur.

Tá hetta er staðfest, kunnu reiðarar fáa eina freist, kanska 2 ár at fáa hesi sjálvsøgdu viðurskiftir í rættlag. Her manglar bara bjálving.

Arbeiðsumhvørvi verður raðfest høgt í einum fornýggjaðum F. F.