Larmandi russarin Yantarny á veg inn um molan í Havn

Russiski trolarin Yantarny, sum hevur fingið loyvi at uppskipa lastina í Ánunum, er nú á veg inn um molan í Havn.

 

Sambært Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík í Degi og Viku í kvøld, so hevur Klaksvíkar kommuna givið trolaranum loyvi at leggja at í Ánunum, har hann í einar tríggjar dagar skal uppskipa veiðuna.

Tað hevur klaksvíkar kommuna gjørt, hóast íbúgvarnir í Ánunum eru í øðini inn á kommununa, sum tey halda einki ger fyri at hjálpa teimum móti larmandi skipum.

Yantarny hevur seinastu dagarnar ligið á Signabø, har fólk eru blivin sjúk av larminum.

Sleipibátarnir Pressarin og Samson hjálpa í løtuni Ynatarni inn um uttara mola í Havn og at leggja at nýggja atløgubryggjuni.

Talan er um sama skip, sum ikki vildi taka av at lata manningina verða kannaða fyri koronu í Ánunum fyrr í summar, og har 28 mans júst hava verið sjúkir við koronu.

##med2##

##med3##

##med4##