Langur vetur í ferðsluni

Aftur í morgun varð boðað frá vetrarlíkindum í ferðsluni kring landið. Veturin er ávegis og fólk gera seg kláran til bilferðslu undir broyttu umstøðunum.

Ein uppgerð frá Landsverki vísir, at seinasta vetur var fyrsti hálkudagurin hin 22. oktober og tann seinasti hálkudagurin so langt frammi sum 23. mai í ár.
- Flestu hálkudagarnir vóru í mars og apríl mánaði, upplýsir rakstrarleiðarin á vegadeildini, Finnleif Durhuus.
Tølini komu fram á tí sokallaða vetrarfundinum, sum arbeiðsfólkini í vetrarhaldinum skipa fyri eina ferð um árið.
Samanlagt vóru 92 hálkudagar seinasta vetur, umframt 27 dagar við svartakálki.
- Um vit samanbera við aðrar vetrar, so var seinasti veturin ein friðarligur vetur við lítið av kava, varð staðfest á fundinum.

<B STRONG normal"$?$end$!$<><B STRONG normal"$?$end$!$ <>