Langur vegur hjá Gilla

Føroyski spælarin í danska meistaraliðnum arbeiðir við at koma fyri seg eftir at vera skurðviðgjørdur

Í gjárkvøldið varð sjøtil settur á nýggja kappingarárið í donsku superliguni. Tá hittust FC Nordsjælland og FC Vestsjælland í Farum, og heimaliðið vann 3-2, eftir at gestirnir úr Slagelse eina løtu í 1. hálvleiki vóru frammanfyri 2-0.

Næsti dysturin verður klokkan 16 í dag. Meistararnir úr AaB eru á veg úr Aalborg og suður til Haderslev at spæla ímóti SønderjyskE.

Føroyski Gilli Sørensen  er á lønarlistanum hjá meistarunum í Aalborg. Gilli er ikki á listanum yvir spælarar, sum seinnapartin skulu royna seg í Haderslev, og hann verður ikki á vøllinum næstu vikurnar. Orsøkin er tann, at Gilli Sørensen fyri stuttum er skurðviðgjørdur fyri skaða í øklinum.

AaB var í síðstu viku á venjingarlegu í Hollandi. Orsaka av skaðanum var Gilli Sørensen ikki við.