Líka síðani klokkan fimm í morgun hevur Norröna ligið og siglt aftur og fram av Tangafirði inn á Skálafjørðin, tí ikki hevur borið til at leggja at. Ferðafólkið umborð hevur fingið upplýst, at vindviðurskiftini hava gjørt tað ógjørligt at leggja at í Havn, og ikki fyrr enn út móti klokkan fýra fekk Norröna lagt at á Signabø.
Tey 108 ferðafólkini hava tó ikki liðið nakra neyð. Fyrst vórðu tey boðin at fáa smyrjibreyð, og seinni fingu tey eisini ókeypis døgurða.
Somuleiðis stóð ferðafólki í boði at nýta kømurini líka til Norröna hevði lagt at.
Men ferðin hevur verið drúgv, og tólv tímar seinkað kundu ferðafólkini so endiliga sleppa í land.