Langur fríggjadagur í SMS

Fríggjadagin 11. apríl hava handlarnir í SMS opið til kl. 23.00. Umframt hópin av tilboðum í ymsu handlunum, verður Lort í býin eisini á Torginum. Millum klokkan 17 til 21 verður Meyla stjóri í SMS, og tað verður stuttligt. Hon hevur nevnliga boðið dansigentunum og klovninum JoJo at hjálpa sær. Frá klokkan 17 og hvønn heilan tíma til klokkan 20 verður hon at síggja ymsastaðni i SMS. Hon fer at sita við kassan í Miklagarði, gera ísar í Horninum, servera burgarar í Burger King og kaffi í Baresso, og hon syngur og dansar í SMS. Eisini undirheldur klovnurin JoJo børnum og vaksnum.