Rás2 spennir seg veruliga út við drúgvari fótbóltssending seinni í dag í samband við, at finalan millum KÍ og Víking í kappingini um løgmanssteypið verður leikt á Tórsvølli klokkan 18 í kvøld.
Byrjað verður við, at fótbóltspanelið har Rógvi Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus og Leivur Frederiksen vóru gestir verður endursent klokkan 14.
Frá klokkan 15 verður upptakt, har fleiri upptaktsprát verða á skránni, og eisini verður høvið at endurhoyra hvussu tað ljóðaði, tá KÍ og Víkingur tryggjaðu sær pláss í finaluni um løgmanssteypið. Lurtararnir fáa eisini høvið at smsa inn á 559999 hvat tey vænta.
Frá klokkan 17.30 tekur Tróndur Arge yvir á Tórsvølli, og frá klokkan 18 sigur hann beinleiðis frá finaluni millum KÍ og Víking, viðmerkjari verður søguligi toppskjúttin á landsliðnum, Rógvi Jacobsen.
Tá seinasta bríksl ljóðar hoyra vit steypahandanina, og Tróndur Arge fer at práta við umboð fyri vinnandi og tapandi liðið. Seinni um kvøldið fer Heri Simonsen at hava steypagullradio fyri tí vinnandi liðnum, har prátað verður við eina teggju av fólkum, og spældir verða viðkomandi sangir, og sms við lukkuynskum verða lisin upp.
Til ber at lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 95,9, FM 98,7 og á FM 88,7.
In.fo sigur eisini frá dystinum, og samanumtøkur, myndir og ljóðbrot verða at finna á in.fo seinni um kvøldið.