Komandi vikuskifti byrja jólini í Runavíkar kommunu, tá handlarnir hava leingi opið Fríggjakvøldið 30. november verður skipað fyri ?Open by night?, har handlarnir hava opið til klokkan 22 og dagin eftir við longum leygardegi til klokkan 17.
Longu nú er pyntað til jóla í Runavík, har nógv onnur tiltøk eru á skránni um vikuskiftið. Millum annað jólakonsert við Føroya Symfoniorkestri í ítróttarhøllini klokkan 16 leygardagin. Sunnudagin klokkan 17 tendrar jólatræðið í miðbýnum, og klokkan 19 verður Jólabygdin, Æðuvík, tendrað.
Allan desember mánaða verða hópin av tiltøkum fyriskipaði. Tað eru umleið 50 handlar í økinum í og við Runavík.