Um gongdin er vend, er kanska ov tíðliga at tosa um eftir bara ein dyst, men ikki skerst burtur, at tað kom greipuvinnarunum frá síðsta kappingarári væl við, at teir endiliga aftur vunnu ein dyst í Atlantic Airways-kappingini. Ikki síðani 2. oktober høvdu teir bláu havt ta kensluna seinast…
Gamaní, hevur Neistin havt eina munandi harðari skrá enn hini, í og við at liðið eisini hevur spælt fýra EHF Cup-dystir, men tað hevur altso ikki sæð gott út í heimligu kappingini, at liðið í síðstu fýra dystunum bara hevur fingið stig fyri tveir javnleikir ímóti Team Klaksvík og StÍF.
Tað sá heldur einki serligt út í fyrra hálvleiki mikukvøldið, tá Kyndil setti dagsskránna fyri tað mesta og eisini var á odda. Men eftir steðgin kom Neistin alsamt meira við og fekk tikið Kyndil aftur, fyri síðani at vinna dystin við fýra málum.
Onkur vildi kanska sagt, at bakgrundin er bílig, tí Kyndil er væl og virðiliga aftasta liðið, men hinvegin eru grannauppgerðir ongantíð lættar at takla, so sigurin hjá Neistanum má avgjørt sigast at vera góðkendur. At Neistin so á triðja plássi í stigum hevur fingið tað sama burturúr sum VÍF, vigar eisini, og tá ger tað eitt sindur minni, at heili fýra stig eru upp til oddaliðið, KÍF.
Neistin: Finnur Hansson 8, Sjúrður Thomassen 6,
Josef Abrahamsen 4,
Heini Hanusarson 3, Jákup Apol 3, Jugoslav Djumic 1, Terji Mørk 1
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 6, Miroslav Vladkov 5,
Julian Johansen 4, Ludvík Súnason 2, Hans Arni Thomsen 2, Rógvi Dal-Christiansen 1