Langt norðureftir

Fylgisveinagrindin hjá náttúrugripasavninum hevur framvegis kós norðureftir.
Fyrsta samdøgrið varð kósin annars sett í ein landssynning, men síðani hevur tað gingið mest sum beina leið norðureftir. Og sum tað sæst á kortinum, so eru drúgvir teinar, sum verða lagdir afturum hvønn dagin.
Enn eru sendararnir eisini á øllum sjey hvalunum, sum vórðu merktir, og enn er eingin teirra farin úr bólkinum. Hetta var í øllum førum støðan, tá vit seinast frættu frá Náttúrgripasavnum mánamorgunin. Ætlandi skuldi nýtt kort leggjast á slóðina, www.ngs.fo/sat2004/index.htm, seinnapartin mánadagin.