Langt millum gylt vallyfti og veruleikan

Næmingaráðið í Hoydølum
--------

Næmingaráðið í Hoydølum tekur undir við mótmælunum móti útsetanini av Marknagilsdeplinum. Tað er skilligt, at tá landið er í fíggjarligum trupulleikum, er neyðug at finna sparingar. Tað er óheppi, og ikki minst mótsigandi útsagnunum hjá øllum politisku politisku flokkunum, at hesar sparingar ferð aftan á ferð raka lesandi og útbúgvingarøkið.
Í tveimum valstríðum vórðu Marknagilsdepilin og Setrið søgd at verða raðfest høgt, og ungdómurin varð sæddur sum ein íløga í framtíðina. Tí er tað í skerandi andsøgn, og fullkomiliga burturvið, at seinastu 8 mánaðirnar er tað samtykt í tveimum umførum at útseta Marknagilsdepilin fyrst frá 2014 til 2015, og síðani frá 2015 til 2016. Í tveimum førum var studningurin skerdur – seinast við 18 % - og prísjavningin varð sett úr gildi.
Marknagilsdepilin bert ein illusión?
Leingi hevur tað verið greitt at umstøðurnar í Hoydølum ikki eru nóg góðar, tí er nakrar ábøtur gjørdar, so Arbeiðseftirlitið ikki stongir skúlan í morgin. Hesar ábøtur vóru ikki gjørdar tí at umstøðurnar hjá næmingunum ikki vóru nóg góðar – men tí arbeiðsumstøðurnar hjá lærarunum ikki vóru nóg góðar. Vit næmingar er á ongan hátt vard av nakrari lóg, sum sigur at umstøðurnar ikki eru nóg góðar. Skúlin í Hoydølum, sum var bygdur til 300 næmingar, hevur ov trongar umstøður og partur av skúlanum varð stongdur orsakað av heilsuskaðiligari inniluft. Skúlin, sum í dag húsar omanfyri 700 næmingum, hevur tí fleiri høli fyri neyðini, tí eru nakrar lonir settar upp fyri at betra um trongu umstøðurnar, sum ein fyribils loysn til 2014, tá Marknagilsdepilin skuldi takast í brúk. Hetta er ein sera dýr loysn, av tí hon er so stuttskygd – og er vorðin nógv dýrari nú leigu sáttmálin er longdur. Tað hevur leingi verið gjørt vart við, at tað ger verkætlanina dýrari at útseta hana. Miðnámsskúlarnir í miðstaðarøkinum verða í dag riknir við sera stórum rakstrarkostnaði, í mun til hvat nýggi Marknagilsdepilin kemur at kosta í rakstri.
Tekniski skúli í Havn virkar enn undir einari 32 ára gamlari fyribilsneyðloysn, sum skuldi vara í 5 ár. Við ársbyrjan vóru umstøðurnar á Handilsskúlanum í Havn ov trongar, og tá vóru nakrar leyst standandi skúlastovur útvegaðar.
Studningurin skerdur uttan prísjavning
Í 2010, tá nógv fleiri søktu inn á miðnámsskúla, varð játtanin til studning ikki hækka tilsvarandi. Tí var valt at býta køkuna í enn minni stykkir, sum longu var ov lítil. Aftur hesa ferð raktu tað tey sum frammanundan høvdu verið fyri vanbýti, tá sparingar skuldu gerast – teimum lesandi. Heili 18 % var studningurin skerdur við úr 2200 krónur um mánaðin til 1800 krónur um mánaðin, fyri tann lægra studningin. Ikki nokk við, at tað bara vóru 18 ára gomul, sum fingu studning - tá var talan um at hækka aldursmarkið til 20 ár. Fyri at koyra meira salt í sárið hjá teimum lesandi varð ein mótrokningar skipan sett í verk, sum skerdi studningin, tá mánaðarliga inntøkan kom upp um 10.000 krónur.
Síðani skúlaárið 2009 er studningurin ikki prísjavnaður. Studningurin átti at verið prísjavnaður við áleið 2% um árið. Um studningurin hevði verið prísjavnaður seinastu 3 árini, hevði ávíkavist tann hægri og lægri studningurin verið 234 og 111 krónur hægri mánaðarliga. T.v.s. at næmingarnir, sum fáa hægra studningin, missa 2516 krónur árliga og teir, sum fáa tann lægra, missa 1236 krónur árliga - umframt at prísjavningin ikki verður sett í verk aftur.
Tá byrjað verður á miðnámsskúla, verður beinanvegin gjørt greitt, at umleið 15-20 tímar um vikuna til heimaarbeiði. Harafturat fyllir tímatalvan 30 tímar um vikuna. T.v.s. at í miðal brúkar ein miðal miðnámsskúlanæmingur 47,5 tíma um vikuna upp á skúla – meir enn eitt fulltíðarstarv – tað er uml. 210 tímar um mánaðin. Um studningurin, verður sæddur løn fyri okkara arbeiði og ein íløga í framtíðina, sum fer at gagna samfelagnum, so fáa vit 8,57 krónur um tíman.
Ikki kann sigast annað enn, at langt er millum gylt vallyfti og tann veruleika, sum politiska skipanin bjóðar okkum ungu undir útbúgving.