Langt frá javnstøðu í almennum nevndum

Javnstøðan millum kyn í almennum nevndum, ráðum, umboðum og líknandi er ikki nógv batnað síðstu sjey árini Tað staðfestir javnstøðunevndin í einari kanning, sum nevndin hevur gjørt av støðuni. Javnstøðunevndin gjørdi eina tilsvarandi kanning í 2000, og framgongdin hesi sjey árini hevur ikki verið nøktandi, sigur nevndin.

Kanningin staðfestir, at talið á monnunum, sum vóru nevndarlimir í 2000, var 70 prosent, og at talið í dag er 65 prosent. Kortini er vert at nevna, at í trimum av seks aðalráðum vantar bert einari nevnd ella einum ráði at hava javnstøðu.

Kanningin hjá javnstøðunevndini vísir, at 38 prosent av nevndunum, ráðunum og líknandi ikki hava javnstøðu. Frægast stendur til í Almanna- og heilsuráðnum, har nevndarlimabýtið millum menn og kvinnur er 53-47 prosent, og 10 av teimum 11 nevndunum hava javnstøðu. Ringast stendur til í nevndum og ráðum hjá fiskimálaráðnum.