Langt bann til Arsene Wenger

Arsenal venjarin fingið revsing fyri at skumpa fjórða dómaran

Arsene Wenger, franski venjarin hjá Arsenal, hevur fingið venjarabann í fýra dystir, eftir at hann skumpaði fjórða dómaran í 2-1 sigrinum á Burnley. Tað staðfestur enska fótbóltssambandið.

 

Les eisini: Wenger útvístur

 

Arsene Wenger bleiv í øðini, tá Burnley í yvirtíðini fekk brotsspark. Tað endaði við, at hann bleiv burturvístur og at síggja til skumpaði til fjórða dómaran, tá hesin fylgdi Arsene Wenger av vøllinum.

 

Hann skal nú sita uttanfyri í FA Cup dystunum móti Southampton, og Premier League dystunum móti Watford, Chelsea og Hull City.