Langt av landi skotnir

Grindin í varð merkt í Fuglafirði 24. august er nú stødd 470 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum.

Sendararnir, sum vóru festir á grindina, sum varð hildin til í Fuglafirði 24. august, senda enn.

 

Meðan grindin fyrst spjaddi seg í ymsar ættir, savnaðu hvalirnir seg aftur eftir nøkrum døgum og hildu suður móti Hetlandsrennuni.

 

Síðani eru teir farnir alsamt meiri í ein vestan, og hóast teir seinastu dagarnar hava ligið mest sum í stað, eru teir nú staddir heili 470 fjórðingar í ein útsynning úr Føroyum. Enn tykist, sum allir hvalirnir svimja saman.