Langtíðarsáttmáli til Mikkjal

Mikkjal Thomassen og KÍ hava í kvøld skrivað langtíðarsáttmála

KÍ hevur í kvøld longt sáttmálan við havnamannin, Mikkjal Thomassen, sum hevur roynt serstakliga væl í traditiónsríka felagnum síðani hann tók við frá ársbyrjan í 2015.

 

Hóast árið ikki eydnaðist eins væl og vónað, var talan um framgongd hjá KÍ á stigatalvuni, tá KÍ í fjør endaði á einum fimta plássi. Í ár hevur málsetningurin so aftur verið at hava framgongd, og sigast má, at tað hevur gingið yvir tað sum tey flestu høvdu væntað undan kappingini. KÍ hevur í ár vunnið kappingina um Løgmanssteypið, umframt at felagið í løtuni kappast um FM-heitið, har tvey umfør eru eftir. Málsetningurin sum var evropeisk luttøka er langtsíðani eydnaður, og eru tað tí tveir nøgdir partar, ið leingja um samstarvið.

 

Norðlýsið skrivar at nýggja avtalan millum KÍ og Mikkjal Thomassen er galdandi fyri trý tey næstu kappingarárini - altso 2017, 2018 og 2019.