Vit vita, at møði og vantandi svøvnur eru avgerandi vanlukku orsøkir.
Møði er ein trupulleiki, tá tú koyrir langar túrar. Ofta eru vit ótolin og vilja náa skjótt fram og hava lyndi til at koyra leingi uttan at hvíla. Tí eru nógv, sum koyra alt ov troytt, og tað gongur heilt víst út yvir trygdina.
Kanningar vísa, at eftir 8 tíma áhaldandi koyring er vandin fyri einari vanlukku næstan tvífaldaður.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tekin um møði
Okkara bestur ráð eru, at tú leggur túrin til rættis. Lurta eftir, tá kroppurin gevur ávaringartekin og respektera tey. Tey flestu kenna tekini til møði, men undirmeta vandan við at koyra móð. Samstundis yvirmeta tey síni egnu evni at takla støðuna.
Eyðkend møðistekin eru eitt nú:
Eyguni gerast tung. Tú geispar. Tú minnist ikki, hvat er hent seinastu 2 minuttirnar.
Verður tú troyttur, meðan tú koyrir, so steðga bilinum. Sov ella hvíl teg í 10-20 minuttir. Gakk ein túr og fá tær fríska luft.
Drekk ein kopp av kaffi og et okkurt søtt, tó ikki ov nógv av tí søta.
Tað hjálpir eisini at rulla rútin niður, seta varman upp ella niður ella at syngja.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Et sunt
Herumframt kanst tú fyribyrgja møði við at eta og drekka rætt. Royn at lata vera við at eta ov nógv sukur og feitt. Góðgæti og sodavatn møða heilan. Eini góð ráð eru at drekka ríkiligt av vatni á øllum túrinum.
Sjálvandi skalt tú halda teg frá rúsdrekka eisini um kvøldið. Alkoholið verður verandi í kroppinum, eisini dagin eftir, tá tit koyra víðari.
Síggj til at vera úthvíldur, tá tú koyrir og steðga javnan á túrinum.
Kelda: sikkertrafik.dk
Kanningar vísa, at eftir 8 tíma áhaldandi koyring er vandin fyri einari vanlukku næstan tvífaldaður. Síggj tí til at vera úthvíldur, tá tú koyrir og steðga javnan á, fyri at fáa eina hvíld