?Langelinie? stoypt upp í hædd

Atløgusíðan fer at gera tað høgligari hjá Snodd at landa skipini

Atløgusíða
Í nøkur ár hevur ein lítil partur av kantinum fram við havnalagnum beint norðanfyri ferjuleguna við Toftagjógv verið stoyptur upp til vatnlinjuna. Hesin kantur hevur tó ikki verið nýtiligur hjá skipum og bátum, tí hann hevur ligið so lágt í sjónum.
Økið norður ímóti bryggjuni, har Fiskavirking á Toftum, er, er stórt og asfaltterað, men her er eingin atløgusíða.
Nú hevur Nes kommuna so stoypt tann partin upp í vanliga bryggjuhædd, sum hevur ligið í vatnskorpuni.
Kommunan bjóðaði hetta arbeiði, sum ikki er serliga umfatandi, út, og tað er felagið, J & K. Petersen, sum hevur planerað og stoypt. Tað tók bert fáar dagar.
Samlaða atløgusíðan norður úr ferjuleguni er nú einar 25 metrar til longdar.

Høgligari hjá Snodd
Sum skilst, er eitt av málunum við nýggju atløgusíðuni at gera tað høgligari hjá P/F Snodd, sum eigur nýggja virkið beint norðanfyri, at landa skipini. Tað er ikki langur teinur frá virkinum og suður á Fiskamarknaðin, men tá ið ein heil fiskalast skal koyrast norður, verður nógv koyring tilsamans.
 Nú kunnu skip liggja úr krókinum við ferjuleguna og norðureftir, men treytin er, at Ternan II ikki nýtir rampan, meðan skipið liggur.
 Fyri Nes kommunu er ? kanska ? tað keðiliga hent, at nú siglir Ternan II bara ein túr tíðliga um morgunin og so næsta túr aftur um 14-tíðina seinnapartin. Seinasti túrur verður so sigldur longur út á seinnapartin. Áður sigldi hon tveir túrar um morgunin og síðan ikki aftur fyrr enn langt út á seinnapartin. Nú siglir hon mitt á degi og kemur tí at órógva virksemið við nýggju atløgusíðuna.
 Ternan II tekur ikki bilar og farm; tí hevði tað verið ein stórur bati, um hon nýtti landgangin, tá ið hon leggur at heldur enn rampan, tí tá kundi hon ligið longur úti á pierinum og ikki inni í molakrókinum, har skipini, sum landa til Snodd, ætlandi skulu liggja.
 Toftamenn eru hittinorðaðir, og longu nú sigst, at onkur hevur ?doypt? nýggju atløgusíðuna, ?Langelinie?. Hon er ikki long, og tað er kanska júst tí, hon hevur fingið hetta heiti?