Jenis av Rana kom av álvara í andglettin aftur, eftir at hann hevði givið sína hugsan um samkynd til kennar í donsku avísini Information. Í greinini »Holdningsskred i synet på homoseksuelle på Færøerne«, sum er skrivað tí løgtingið í næstum skal taka støðu til, um samkynd kunnu vígast borgarligt, er Jenis av Rana millum annað endurgivin fyri at siga soleiðis:
»Meining Guds er, at vit, sum einstaklingar, skulu liva eitt trygt og friðarligt lív. Men ístaðin draga tey samkyndu eitt oyðileggjandi spor av mótloysi, drykkjuskapi, misbrúki, isolatión, eyðmýking og sjálvmorði eftir seg. Men tað kann ikki vera øðrvísi, tá ið mann ikki livir tað lív, man er skaptur at liva«.
Umhugsa at melda
Tá tað kemur til samkynd og teirra rættindi, hevur formaður Miðfloksins altíð havt eina greiða fatan. Kortini eru tey mong, sum øtast av ógvusligu útsagnunum hjá Jenis av Rana. Millum annað formaðurin í LGBT, sum er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum og transseksuellum í Føroyum.
- Vit taka kraftiga frástøðu frá slíkum útsøgnum, segði Eiler Fagraklett við in.fo í gjár.
Har vísir hann eisini á, at útsøgnin hjá Jenisi av Rana byggir ikki á nakra sum helst vísindalig prógv.
Tvørturímóti heldur Eiler Fagraklett, at útsøgnin hjá tingmanninum og formanni Miðfloksins er á markinum til at vera brot grein á 266 b í revsilógina.
- Hann leggur ein heilan bólk í samfelagnum undir líkt og ólíkt og nú fara vit í nevndini í LGBT at viðgera støðuna og at kanna eftir, um grundarlag er fyri at melda Jenis av Rana fyri brot á grein 266 b, segði Eiler Fagraklett við in.fo.
Hann sigur víðari, at tey í nevndini taka eingi óráð fyri.
- Vit ráðføra okkum við ymsar løgfrøðingar, og so møtast vit aftur at viðgera málið, sigur Eiler Fagraklett.
Lat tey melda
Jenisav Rana hevur sjálvur onga meining um, at hann møguliga verður meldaður.
- Um tey fáa frið í sinnið av tí, so mugu tey gjarna. Men eg meti ikki, at nakað av tí, eg sendi danska journalistinum er revsivert, sigur Jenis av Rana.
rolant@sosialurin.fo