Langar køir í bankanum

Eftir arbeiðssteðgin, ið vardi eina viku, høvdu viðskiftafólkini fleiri ørindi í bankanum seinnapartin í dag Tað var næstan sum til eina heimsfrumsýning av onkrum víðagitnum filmi, tá vit seinnapartin í dag skuldu gera okkurt hissini ørindi í deildini hjá Føroya Banka í Niels Finsensgøtu í Havn.

Sum vanligt varð trýst á knøttin á »billettmaskinuni« so mannn kundi stilla seg í køina, men tá nummarið var 271 og kundi nummar 251 varð avgreiddur ta løtuna, minkaði hugurin at fáa ørindini avgreidd. So má tað heldur bíða til eiin annan dag.

Starvsfólkini høvdu ongan hug at gera viðmerkingar til støðuna, men viðgingu tó, at køirnar vóru óvanliga langar.

Hóast tíðirnar eru vorðnar so »elektroniskar«, eru tað langt frá øll, ið hava teldu og alnót heima, eins og fleiri av teimum, ið hava hesi bæði, kortini ikki hava stovnað sær heimabanka, og tískil mugu avgreiða ávísar tænastur í bankanum.

Arbeiðssteðgurin gjørdist søguliga trúgvur, eina heila viku, og hann fall seinast í mánaðinum, tá flestu fólk fáa sína løn, so nógv hevur verið at gjørt hjá bankafólkinum, nú tey tóku arbeiðið uppaftur.

Kortini verður tað neyvan í nógvar dagar fram, at køirnar verða so langar sum í dag.